Iv San Bernard

Iv San Bernard

Iv san Bernard bleiv stovnað í 1994 við tí fyri eyga at ein hundur ikki bara skal vaskast, men at húðin og feldurin eisini skulu pleygast.

Vøran inniheldur einans natúrliga røkt, sum úrdrátt av plantum, berum og tang, oljur og vitaminir og síðani vaskivirkandi.

Allur luktur er matluktur ið ikki er til ampa fyri viðkvæmu hundanøsina. Ongin evnafrøðilig luktilsi.

Við árunum eru fleiri røðir útviklaðar til viðgerð av feld- og húðtrupulleikum.

Iv San Bernard eru nokk einastu ið hava vørur ið taka atlit til munin, á húð og feldi, hjá stutt- miðal- lang- og hvølpafeldi.

Fleiri røðir eru vistfrøðiligar og allar røðirnar eru meiri enn 90% lívfrøðiliga niðurbrótiligar og flestu 99%.

Eisini hevur ISB útviklað ein nýggjan vaski hátt, sum hevur við sær, at fleiri røðir eru SLS fríar. Hetta merkir betri og mildari vask, samstundis sum tað er meira umhvørvisvinarligt.

ISB verður selt í fleiri enn 40 londum og í nógvum førum av djóralæknum, ið nýta vøruna til viðgerð av sjúklingum.

Vøran kann nýtast til hund, kettu, ross, marsvín o.fl.

Aftur til bloggin