Safe Pet Cosmetics

Safe Pet Cosmetics

Í 2018, gjørdist Iv San Bernard, sum tað fyrsta virkið í Evropa, góðkent av Safe PET Cosmetics.

Hetta merkir, at vørurnar vera kannaðar og eftirmettar á støði við kosmetikk til menniskju.

Tíverri eru ongin krøv til innihaldi av røktarvørum til djór og nógvar av vørunum á marknaðinum vera samanbornar við vørur til bilvask. 

Safe Pet Cosmetics er ein sjálvboðin protokoll, har virkir kunnu melda seg til og fáa teirra vørur kannaðar og góðkendar við eini Safe Pet Cosmetics váttan, um tær klára at liva upp til høgu krøvini.

Við hesi váttan, hevur tú sum keypari, eina trygd fyri at vørurnar ikki innihalda skaðilig evnir og at viðkvæma hundanøsin ikki verður órógvað.

Aftur til bloggin