{"title":"Um okkum","description":"\u003cp\u003e\u003cspan\u003eEg havi altíð havt eina greiða sannføring: hundar hava uppiborið meira enn bara tað grundleggjandi – teir hava uppiborið trivnað, umsorgan og góðsku í hvørjum smáluti av lívinum.\u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003e\u003cspan\u003eSum sjálvstøðug arbeiði eg dagliga við at betra um vælveruna hjá hundum.\u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003e\u003cspan\u003e\u003cstrong\u003eBjørg Brekku Clementsen\u003c\/strong\u003e hevur arbeitt við hundum alt sítt vaksna lív og hevur eina djúpa fakliga og praktiska roynd innan bæði atferð, venjing og kropsliga vælveru hjá hundum.\u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003e\u003cspan\u003eGrundarlagið varð lagt longu í 2009 við útbúgving innan basis og atferð hjá DKK, og síðan er førleikin støðugt mentur við víðari skeiðum og útbúgvingum. Bjørg hevur undirvíst í hundavenjing í nógv ár og hevur eisini lisið opdrætterútbúgving, fingið kennelmerki og arbeitt miðvíst við rækt og ábyrgd.\u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003e\u003cspan\u003eVið sterkum altjóða tilknýti er Bjørg knýtt at akademiinum hjá Iv San Bernard í Italia, har hon hevur nomið sær djúpa vitan innan produktir, hudrøkt og dermo-kosmetiska viðgerð. Hetta tryggjar, at allar vørur og ráðgeving byggja á fakliga grundaða vitan – ikki bara trendir.\u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003e\u003cspan\u003eSeinastu árini hevur hon serliga lagt dent á kropsliga vælveru hjá hundum og er í dag eksaminerað KynoMyo og KynoFysio terapeut í KynoAkademiet við Rie Ravn. Hetta gevur eina heildarfatan av hundinum – bæði atferðarliga og kropsliga.\u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003e \u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003e\u003cspan\u003eHer fært tú ikki bara vørur – tú fært vitan, royndir og eina veruliga umsorgan fyri hundinum.\u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e","products":[],"url":"https:\/\/labbin.fo\/collections\/um-okkum.oembed","provider":"labbin","version":"1.0","type":"link"}