Hví brúka balsam

Hví brúka balsam

Týdningurin av at brúka balsam eftir shampoo.
Um tú keypir shampoo uttan balsam, viðmæla vit at tú hugsar teg um, hetta er orsøkin:
Hárini hava eitt roðslulag, sum er lík roðslu á fiski. Tá hárini eru mettaði og vard, liggur hárlagið slætt og hevur eina glatta flatu. Tá vit vaska við shampoo, verður ein partur av verjuni vaska vekk og hárlagið opnast sum eitt jólatræ.
Tá rætta balsam verður brúkt eftir vask, gevur tað hárlagnum aftur verju og fukt, so tað letur aftur og heldur sær í javnvág.
Um tú ikki brúkar balsam, er hárlagið opið og verður tí minni slætt, meira matt í litinum, lættari uppturkað, missur elastisitetin og verjir ikki húðina sum ein feldur eigur.

 

Ert tú í iva um, hvat hóskar best til tín hund, eru vit altíð til reiðar at hjálpa og vegleiða.

Aftur til bloggin