Vørubólkur: Fysoterapi

Fysioterapi til hundar – tá rørsla gevur betri lívsgóðsku

Fysioterapi til hundar snýr seg um at stuðla og betra um rørslulagi hjá hundinum. Eins og hjá menniskjum kunnu hundar fáa spenningar, pínu, stirvni ella skaðar, ið avmarka rørslulagi og trivnað. Við fysioterapi arbeiða vit miðvíst við at endurskapa javnvág í kroppinum, styrkja vøddar og liðir og geva hundinum eina betri lívsgóðsku.

Hvat er fysioterapi til hundar?

Fysioterapi er ein mildur viðgerðarháttur, sum hevur fokus á vøddar, sinur, liðir og rørslumynstur hjá hundinum. Viðgerðin kann fevna um ymiskar teknikkir, eitt nú:

  • Vøddamýking og strekkja fyri at loysa spenningar og økja um blóðrenslið.
  • Liðmobilisering fyri at betra um rørslulag og minka um pínu.
  • Venjingar og uppvenjing eftir skaðar ella skurðviðgerðir.
  • Fyribyrgjandi viðgerð fyri at halda hundinum smidligum, sterkum og vælvirkandi.

Hvat kann fysioterapi hjálpa við?

Fysioterapi kann gagna bæði unga og virkisfúsa hundinum, familjuhundinum og eldri hundinum. Millum fyrimunirnar eru:

  • Linna pínu og spenningar.
  • Betri rørsluføri og vøddastyrki.
  • Skjótari og tryggari uppvenjing eftir skaðar ella skurðviðgerðir.
  • Stuðul til hundar við slitgikt, mjadna- ella ryggtrupulleikum.
  • Fyribyrging av skaðum hjá virkisfúsum hundum og ítróttarhundum.

Ein heildar tilgongd til trivnað

Vit síggja vit fysioterapi sum meira enn bara viðgerð av skaðum. Tað snýr seg eisini um at geva hundinum bestu fortreytir fyri einum virkisførum, sterkum og góðum lívi — óansæð aldur og støðu.

Intro prísir:

Hundur yvir 12 mðr. (30-45min)…………….………550kr     Hundur yvir 12 mðr. Viðgerð og venjingarætlan…700kr
Hundur yvir 12 mðr. uppfylgjandi viðgerð innan 2 vikur (30-45min) ……………………………………..……450kr

Hundur yvir 12 mðr. 10 viðgerðir við venjingarætlan………………………………………………3500kr

Hvølpakanning (30min)……………….………….………250kr

Eigarin er altíð við til fysioterapi. Hundurin má ikki hava fløkjur, opið sár ella bruna.

 

0 vørum

Flokka

Flokka

0 vørum

0 vørum

Ongin vøra funnin
Nýt færri filtur strika alt