Vørubólkur: Vøddamýking

Vit bjóða professionella vøddamýking sum part av okkara viðgerðarhátti. Vit arbeiða við einari heildar tilgongd til heilsu og trivnað hjá hundinum, har vit sameina fakliga vitan, royndir og nærveru fyri at tryggja hundinum bestu umsorgan og viðgerð.

Hvat er vøddamýking til hundar?

Vøddamýking er ein mild og effektiv viðgerð, ið kann nýtast bæði sum terapi og til vælveru. Við serligum teknikkum arbeiða vit við vøddum, bindivevnaði og kroppinum hjá hundinum fyri at bøta um blóðrenslið, loysa spenningar og stuðla kroppinum í sínum náttúrliga grøðingarlagi.

Fyrimunir við vøddamýking

  • Pínulinking: Kann minka um vøddaspenningar, eymleiks og óbehag í liðum og vøddum.
  • Betri rørslu: Økir um smidleika og hjálpir hundinum at røra seg frælsari — serliga hjá eldri og/ella virknum hundum.
  • Minkan av strongd: Hjálpir hundinum at finna ró og javnvág, serliga um hann er strongdur, órógvaður ella ótryggur.
  • Endurvenjing: Stuðlar undir uppvenjing eftir skaðar, skurðviðgerðir ella longri tíð við lítilari rørslu.
  • Fyribyrging: Hjálpir við at halda hundinum í góðum formi og kann avdúka smáar trupulleikar, áðrenn teir gerast størri.

Vælvera og hjúkla um

Vøddamýking er ikki bara fyri hundar við trupulleikum ella skaðum. Tað er eisini ein framúr góður háttur at geva hundinum eina løtu við vælveru og nærveru. Ein vælveruvøddamýking gevur hundinum møguleika at slappa av, njóta løtuna og fáa bæði kropp og sinn í javnvág.

 


Eg taki mær góða tíð við hundinum, so hann er tryggur.

Eg gangi út frá at hundurin er vanur við at vera bustaður og handfarin heimanifrá, tá tit biðja um tíð.

Fyri besta úrslit, skal hundurin ikki vera fløktur.

 

Prísir:

Hundur yvir 12 mðr. (30-45min)……………………450kr

Hundur yvir 12 mðr. 10 viðgerðir…………………3500kr

Hvølpakanning (30min)……………………….………250kr

Eigarin er altíð við til vøddamýking. Hundurin má ikki hava fløkjur, opið sár ella bruna.

 

 

0 vørum

Flokka

Flokka

0 vørum

0 vørum

Ongin vøra funnin
Nýt færri filtur strika alt