Vørubólkur: Kundavegleiðing

Áðrenn tú bíleggur tíð, vinaliga les hetta:

Vit taka okkum góða tíð við hundinum, so hann er tryggur.

Um hundurin als ikki vil, er ov bangin ella bítur, verður eigarin biðin um at heinta hann aftur. Gjald á 300kr verður tikið fyri tíðina.

Gingið verður út frá at hundurin er vanur við at vera bustaður og handfarin heimanifrá, tá tit biðja um tíð.

Hundurin skal vera luftaður væl áðrenn hann kemur til viðgerð.

Er hundurin fløktur, mugu tit siga frá.

KLIPP: Er tíð bíløgd til klipp uttan vask, skal hundurin vera vaskaður sama dag, ella kvøldið fyri og vera turrur.

G.G Bjørg tekur ikki nýggir kundar inn til klipp.

Elin arbeiðir fríggjadagar og tekur nýggir kundar.

Ynskir tú at bíleggja tíð til klipp hjá Elin, ring 585285.

 

Vøddamýking ella fysioterapi:

Eigarin er altíð við til vøddamýking. Hundurin má ikki hava fløkjur, opið sár ella bruna.

Ynskir tú at bíleggja tíð hjá Bjørg, ring 504051.

 

 

 

 

 

0 vørum

Flokka

Flokka

0 vørum

0 vørum

Ongin vøra funnin
Nýt færri filtur strika alt