Vælkomin á nethandilin hjá Labbanum
Spa og Ozon terapi:
Náttúrlig hjálp til húð, hár og vælveru hjá tínum hundi
Stríðist tín hundur við kløða, eksem, flus, svamp ella hártap?
Ozonterapi er ein mild, trygg og effektiv viðgerð, sum hjálpir húðini at koma aftur í javnvág – uttan pínu ella strongd.
🌿 Ozonterapi kann hjálpa við:
• Allergiskum og atopiskum eksemi
• Svampi og ringormi
• Flusi
• Skriða og irriteraðari húð
• Sárum og smáum húðtrupulleikum
• Hártapi, eisini eftir skaða ella skurðviðgerð
✨ Hví velja ozonterapi til hundar?
• Ozon drepur bakteriur, svamp og virus á náttúrligan hátt
• Viðgerðin er sera varlig og væl egnað til viðkvæmar hundar
• Sissar húðina og minkar um skriða
• Styrkir húðina og hennara náttúrligu verju
• Økir virknaðin av røktar- og húðvørum
🐕 Ein avslappandi spa-uppliving, har flestu hundar slappa av og kenna seg væl undir viðgerðini.
1. viðgerð úr 950kr
Um hundurin skal viðgerðast fleiri enn fimm ferðir, verður eitt samlað tilboð gjørt.
Hvør viðgerð er sett saman til tørvin hjá hundi tínum. Hundurin verður fønaður eftir viðgerð.
Hendan viðgerðin verður altíð gjørd einsamøll.
Bílegg tíð á tlf. 504051📞
We will notify you on events like Low stock, Restock, Price drop or general reminders so that you don’t miss the deal
