Vælkomin á nethandilin hjá Labbanum
Eg havi altíð havt eina greiða sannføring: hundar hava uppiborið meira enn bara tað grundleggjandi – teir hava uppiborið trivnað, umsorgan og góðsku í hvørjum smáluti av lívinum.
Sum sjálvstøðug arbeiði eg dagliga við at betra um vælveruna hjá hundum.
Bjørg Brekku Clementsen hevur arbeitt við hundum alt sítt vaksna lív og hevur eina djúpa fakliga og praktiska roynd innan bæði atferð, venjing og kropsliga vælveru hjá hundum.
Grundarlagið varð lagt longu í 2009 við útbúgving innan basis og atferð hjá DKK, og síðan er førleikin støðugt mentur við víðari skeiðum og útbúgvingum. Bjørg hevur undirvíst í hundavenjing í nógv ár og hevur eisini lisið opdrætterútbúgving, fingið kennelmerki og arbeitt miðvíst við rækt og ábyrgd.
Við sterkum altjóða tilknýti er Bjørg knýtt at akademiinum hjá Iv San Bernard í Italia, har hon hevur nomið sær djúpa vitan innan produktir, hudrøkt og dermo-kosmetiska viðgerð. Hetta tryggjar, at allar vørur og ráðgeving byggja á fakliga grundaða vitan – ikki bara trendir.
Seinastu árini hevur hon serliga lagt dent á kropsliga vælveru hjá hundum og er í dag eksaminerað KynoMyo og KynoFysio terapeut í KynoAkademiet við Rie Ravn. Hetta gevur eina heildarfatan av hundinum – bæði atferðarliga og kropsliga.
Her fært tú ikki bara vørur – tú fært vitan, royndir og eina veruliga umsorgan fyri hundinum.
We will notify you on events like Low stock, Restock, Price drop or general reminders so that you don’t miss the deal
