labbin
Hydra Luxury Care Micellar Water 120 ml
Couldn't load pickup availability
Hydra Luxury Care Micellar Water er ein mild og løtt loysn til at reinsa andlitið á hundinum, uttan at tú nýtist at skola eftir.
Vøran loysir effektivt tárablettir og óreinleika rundan um eygu og skegg, og er eisini sera væl egnað til viðkvæmar húðfoldir rundan um eygu – til dømis hjá English Bulldog.
Olju-frí við kamilluútreki, sum hjálpir at geva ró og væta húðina. Vøran er serliga hent til hundar, sum ikki dáma at verða vaskaðir um trýnið, tí hon krevur onga skoling.
Eginleikar:
- Milt reins til andlitið
- Frískar upp og gevur húðini meira lív
- Loysir lættliga tárablettir og óreinleika
- Klár at brúka – skal ikki skolast úr
- Olju-frí við kamilluútreki
- Javnvigað pH, sum er mildt móti viðkvæmari húð
- Kann brúkast til hundar og kettur eldri enn 4 vikur
Brúkaraleiðbeining:
Nýt vøruna beinleiðis á ein mesosoft (fæst á apotekinum) ella mjúkan klút og reinsa varisliga rundan um eygu, skegg og húðfoldir. Skal ikki skolast úr.

